Smáu bankarnir ikki nóg væl fyri

Smáu bankarnir ikki nóg væl fyri
Fleiri av smáu bankunum í kongaríkinum eru ikki nóg væl fyri, um eitt bakkast kemur, staðfestir Tjóðbankin í nýggjari frágreiðing
 
31.05.2018 - 16:53

Fleiri av smáu bankunum í kongaríkinum eru ikki nóg væl fyri, um eitt bakkast kemur. Tað sigur tjóðbankin í eini frágreiðing eftir at hava kannað allar peningastovnarnar.

Tjóðbankin nevnir í frágreiðingini, at teir størru bankarnir eru væl fyri og hava nóg mikið av kapitali, men eins væl stendur ikki til hjá fleiri av smáu bankunum. Eingir bankar verða kortini nevndir.

Hjá fleiri av peningastovnunum er støðan so mikið vánalig, at teir ikki lúka minimumskravið um eitt bakkast kemur.

Heldur gongdin fram, so fara fleiri av teimum smáu bankunum at mangla 200 milliónir krónur í 2020 bara fyri at halda minstakravið.

Tjóðbankin vísir kortini á, at eftir sonevnda buffarakravinum kunnu myndugleikarnir leggja seg út í raksturin av bankanum.

- Kemur tað so langt, at bankarnir skulu takast av ella hjálpast, so hava myndugleikarnir nóg mikið av møguleikum til tað. Men tey, sum eiga bankarnar, og tey, sum bankarnir skylda pengar til, mugu rokna við at missa síni virðir.

Seks peningastovnar í Danmark verða mettir at vera somikið týdningarmiklir, at teir ikki mugu fara á húsagang. Teir eru allir somikið væl fyri, at eingin vandi er fyri teimum, sigur tjóðbankin.

Men kemur ein álvarslig kreppa, so verða teir eisini raktir, tí virðið í teimum bankunum er so lítið omanfyri minstakravið, vísir tjóðbankin á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691