Góðtóku semingsuppskotið

Góðtóku semingsuppskotið
Maskinmeistarafelagið og Lønardeildin skrivaðu fyri lítlari løtu síðani undir nýggja sáttmála
 
01.06.2018 - 15:41

Maskinmeistarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum góðtóku semingsuppskotið frá semingsmonnunum og hava fyri lítlari løtu síðani skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsuppskotið varð lagt fyri partarnar klokkan 12 í dag.

Talan er um nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Lønin hækkar við 2,3% tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða lønartalvurnar fyri Strandfaraskip Landsins og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi broyttar. Fyri maskinmeistarar við Magnus Heinason hækkar lønin 2,5%. Maskinmeistarar við vaktarskipunum hjá Vørn eru tænastumenn, og lønin fylgir avtaluni við Tænastumannafelagið, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. 

Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, starvsetan og viðv. dokking uttanlanda.

- Fyri alment settar á landi hava vit fingið karmin tað fyrsta árið, men tað næsta árið hava vit fingið tað, at vit fáa trin inn, sum gera mun. Vit hava havt ein øgiliga flatan sáttmála, har tað var 1.200 krónur á muni frá byrjanar- og endalønini hjá einum maskinmeistara. Tað hava vit als ikki verið nøgdir við, og nú hava vit fingið trin inn, so tað hækkar 480 krónur fyri hvørt trinið sigur Ólavur Gunnarson, formaður í Maskinmeistarafelagnum. 

Lønartalvurnar verða settar í verk 1. oktober 2018, og sambært formanninum í Maskinmeistarafelagnum verður tað nú skjótari at koma frá byrjanar- til endastig. 

- Vit meta, at vit hava fingið ein sáttmála, sum vit kunnu liva við, sigur Ólavur Gunnarson. 

Nú sáttmáli er gjørdur við Maskinmeistarafelagið, fer Lønardeldin hjá Fíggjarmálaráðnum undir samráðingar við handverkarar og yrkisfelagið Miðnám, og semja skal gerast við Tænastumannafelagið.

Um eina viku byrja samráðingarnar við BLF - felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum.

Lønardeildin hevur nú gjørt nýggjan sáttmála við okkurt um ein triðing av feløgunum, sum Lønardeildin hevur sáttmála við.

Gomlu sáttmálarnir fóru úr gildi 1.oktober í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652