Misálit móti spanska forsætisráðharranum samtykt

Misálit móti spanska forsætisráðharranum samtykt
Spania hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, eftir at spanska parlamentið fyrrapartin samtykti misálitið móti Mariano Rajoy
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
01.06.2018 - 11:22

Hetta er fyrstu ferð, at misálit er samtykt í spanska parlamentinum síðani Spania gjørdist demokratist í 1975.

63 ára gamli Mariano Rajoy, noktaði undan atkvøðugreiðsluni at leggja frá sær, tí hann hevði álitið frá veljarunum, sum valdu hann í 2016. 

Tyngjandi mál

Sosialistaflokkurin setti mánadagin fram misálit móti forsetanum, eftir at 29 persónar, sum hava tætt tilknýti til flokkin hjá Rajoy, vórðu dømdir fyri umfatandi mutur og svik. 

Misálitið var til viðgerðar í parlamentinum í Madrid í gjár, og atkvøðugreiðslan var í dag.

Nýggi forsætisráðharrin eitur Pedro Sanchez, og er formaður í Sosialistaflokkinum. 

180 atkvøddu fyri

176 av teimum 350 parlamentslimunum skuldu atkvøða fyri misáltinum, fyri at tað skal verða samtykt, men Sosialistaflokkurin hevur bara 84 sessir í parlamentinum. 

Men Podemos-flokkurin og katalonskir og baskiskir tinglimir atkvøddu fyri misálitinum, - tilsamans 180 atkvøddu fyri, sostatt varð misálitið samtykt.

Pedro Sanchez, leiðari fyri sosialistaflokkin, verður fyribils forsætisráðharri. Hann hevur lovað, at val verður um fáar mánaðir, um misálitið verður samtykt. 

Tað er ikki ofta, at misálit verður reist í Spania. Síðani 1975, tá Spania fekk demokrati, hava trý misálit verið reist í spanska parlamentinum, - men tey eru øll fallin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887