Tunlarnir norður um Fjall skulu framskundast

Tunlarnir norður um Fjall skulu framskundast
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari til fyrispurning frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni úr Sambandsflokkinum
 
01.06.2018 - 11:45

Eftir verandi íløguætlan verður ikki farið undir at gera tunlarnar norður um Fjall fyrr enn í 2022.

- Tað er ikki nøktandi, og landsstýrið arbeiðir við loysnum, soleiðis at verkætlanin verður framskundað, sigur løgmaður.

Men eingin avgerð er tikin, so tí sigur Aksel V. Johannesen heldur einki neyvt um, nær borast skal norður um Fjall.

- Sum kunnugt er íløgukarmurin avmarkaður, men vónandi ber til at dagføra íløguætlanina, so at fyrireikingarnar verða lidnar í 2019, og at farið verður undir tunlarnar norður um Fjall, skjótari enn upprunaliga ætlað, sigur løgmaður.

Fyri umleið trimum vikum síðani varð heitt á embætisfólk úr Samferðslumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni um at greina íløgur á samferðsluøkinum í mun til byggivirksemi, fígging og møguligar raðfestingar.

Ósemja var íkomin innanhýsis í samgonguni, tí Henrik Old, landsstýrismaður, vil bora Fámjinstunnilin, eftir at Hvalbiartunnilin er liðugur, og ikki Dalstunnilin, soleiðis sum Fíggjarnevndin við Ruth Vang á odda vil.

Men eingin niðurstøða er gjørd í bólkinum enn, sigur løgmaður.

- Greiningararbeiðið er í gongd, og ætlanin er at koma við eini niðurstøðu seinni í summar, stendur í svarinum frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, til Bjørn Kalsø, tingmann. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858