Undrast yvir fráboðanina hjá løgmanni

Undrast yvir fráboðanina hjá løgmanni
Limir í Pedagogfelagnum hava boðað frá, at um útbúgvingin til hjálparfólk verður lagd í Suðuroynni, kunna limirnir eins væl fara av landinum  
 
02.06.2018 - 12:22

Føroya Pedagogfelag undrast yvir, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Degi & Viku týskvøldið boðaði frá, at nýggja útbúgvingin til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum fer at liggja væl í Suðuroynni.

Limir í felagnum hava boðað frá, at um útbúgvingin verður lagd í Suðuroynni, loysir tað seg eins væl hjá teimum at fara av landinum at lesa. 

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

- "Vit hava fleiri limir, sum hava sett seg í samband við okkum, sum hava víst á, at um útbúgvingin liggur ov langt frá teimum, so gevur útbúgvingin onga meining fyri tey", sigur Jógvan Philbrow.

- "Tað er líka lætt hjá teimum at fara aðrastaðni av landinum at taka eina tílíka útbúgving", sigur Jógvan Philbrow.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584