Pedagogar eru ov akademiskir heldur tingmaður

Pedagogar eru ov akademiskir heldur tingmaður
Mælir til at endurskoða útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum
Yrkisførleikagevandi útbúgvingar eiga at vera yrkisførleikagevandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum og námsfrøðingur.
 
04.06.2018 - 07:05

Rætt er nú at endurskoða útbúgvingina, sum millum annað námsfrøðingar fáa.

Tað var skeivt at akademisera námsfrøðingarnar. 

Yrkisførleikagevandi útbúgvingar eiga at vera yrkisførleikagevandi, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum og námsfrøðingur.

Hann heldur, at námsfrøðingar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar eru alt ov akademiserað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin, eftir at útbúgvingarnar eru lagdar undir Fróðskaparsetur Føroya. 

Tí er nú rætt, eftir tíggju ár á Setrinum, at endurskoða útbúgvingarnar sum skjótast, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Ástøðið fyllir ov nógv

Hann sigur, at tíverri síggja vit, at ástøðið fyllir alsamt meira, og at tey lesandi, námsfrøðingar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar, eru sera akademisk og lítið yrkisrættað, tá tey koma á arbeiðsmarknaðin.

Ástøði er umráðandi, og eigur sjálvsagt eisini at vera partur av útbúgvingini. 

Ástøðið eigur serliga at verða raðfest høgt, um tey lesandi ætla sær at granska eftir lokna útbúgving. 

Men royndirnar vísa, sigur Djóni Nolsøe Joensen, at tey allarfægstu fara granskaravegin. 

Árini 2008-2017 fingu 279 fólk læraraprógv og 265 námsfrøðingaprógv. 

Eingin granskar

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt tríggjar ph.d. lesandi øll hesi árini. Eingin teirra hevur granskað námsvísindi.

Samstundis er starvsvenjingin hesi tíggju árini stytt úr 42 vikum niður í 24 vikur.

Samstundis verður undirstrikað, at starvslæran ikki er mett sum venjing at vera starvsfólk, men at hon er ein partur av akademisku frálæruni. 

Av teimum trimum útbúgvingum, sum vórðu lagdar undir Fróðskaparsetrið í 2008, hevur serliga námsfrøðiútbúgvingin, pedagogútbúgvingin, verðið við sviðusoð. 

Tað er tí hóskandi at spyrja, um tað var rætt at akademisera námsfrøðiútbúgvingina, sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður.

Sjálvur er hann ikki í iva. Tað var ikki rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887