Heimsins næststørsta seglskip á vitjan í Havn

Heimsins næststørsta seglskip á vitjan í Havn
Næststørsta seglskip í heiminum, Kruzenshtern, liggur á Havnini, og opið skip hevur verið í dag og aftur í morgin.
Mynd: Birgir Enni  
 
05.06.2018 - 18:25

Kruzenshtern er ein fýrmastrað bark, sum er smíðað í Bremerhaven í Týsklandi í 1926.

Skipið hoyrir nú heima í Kaliningrad, og siglir sum russiskt skúlaskip.

Manningin telur 176 fólk, og 24 ferðafólk eru eisini við. 

Kruzenshtern sigldi kring knøttin í 1995 og -96 og aftur í 2005-06.

Faroe Ship hevur fingið vitjanina í lag, og felagið sigur, at øll eru vælkomin umborð frá klokkan 10-18 í morgin, tann 6. juni.

Kruzenshtern verður aftur á Havnini 27. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585