Mangla pedagogar í Grønlandi

05.06.2018 - 09:17
AktueltSamfelag
Mangla pedagogar í Grønlandi
Nýggjastu tølini frá grønlendska pedagogfelagnum, NPK, vísa, at meira enn helmingurin av normeraðu pedagogstørvunum kring landið eru ósett
Mynd: © Leif Josefsen // Sermitsiaq  
 
 

Nýggjastu tølini frá grønlendska pedagogfelagnum, NPK, vísa, at meira enn helmingurin av pedagogstørvunum kring landið eru ósett. Tað skrivar Sermitsiaq.

Tølini eru frá øllum fimm kommununum og frá samdøgursstovnum hjá tí almenna. 

Og tað er í samdøgursstovunum, at størsti tørvurin er á útbúnum pedagogum. Har er normeringin omanfyri 350, men í bara 87 av hesum størvum eru útbúnir pedagogar í starvi. 

Formaðurin í grønlendska pedagogfelagnum, Naussunguaq Bisgaard, sigur við blaðið, at støðan er álvarslig. Í dagstovnum skulu altíð trý fólk arbeiða á hvørjari stovu, men sum støðan er nú, eru dagstovnar, sum hava fimm stovur, har eingin útbúgvin pedagogur er í tveimum ella trimum stovum.

- Men tørvurin á útbúnum pedagogum er størstur í almennu samdøgursstovnunum. Har eru meira enn helvtin at normeraðu størvunum ikki sett við útbúnum pedagogum, sigur Naussun-guaq Bisgaard.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. august
Túrur eystur í Skúvadal
84386
Mánadag 20. august
Morgunlestur mánadagin 20. august 2018
82973
Sunnudag 19. august
Guðstænasta í Christianskirkjuni
84372
Sunnudag 19. august
Í føðingardag hjá Madonnu
84371
Nýggjastu sendingar í SV