Uppsøgnin av leiðandi ljósmóðir ógildað

Uppsøgnin av leiðandi ljósmóðir ógildað
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur ógildað uppsøgnina, sum leiðandi ljósmóðurin á Landssjúkrahúsinum fekk, tí leiðslan hevði mist álitið á hana
 
05.06.2018 - 12:16

Harafturat fær leiðandi ljósmóðirin viðhald í, at hon ikki fekk partsinnlit í øll skjøl av týdningi fyri málið.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur skrivað frágreiðing um Føðideildina á Landssjúkrahúsinum og tað, sum hendi, tá drúgva stríðið millum sjúkrasystrar og ljósmøður á Føðideildini um førleikar, ábyrgd og avgerðarrætt endaði við, at ein ljósmóðir fyri og onnur eftir vórðu sjúkraskrivaðar.

Leiðslan einki álit

Leiðslan kom upp í málið, og ein av fleiri avgerðum varð, at leiðandi ljósmóðurin skuldi sigast úr starvi, tí leiðslan ikki longur hevði álit á, at hon megnaði uppgávuna, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið í frágreiðingi.

Heilsu- og innlendismálaráðið leggur í avgerð síni dent á, at einki í skjølunum bendir á, at leiðandi ljóðmóðurin ikki røkti sínar grundleggjandi uppgávur sum leiðandi ljósmóðir.

Harafturat vísir telduposturin frá ljósmøðrum til leiðsluna í sambandi við ætlanarskrivið um uppsøgn, at leiðandi ljósmóðurin var væl lýdd og hevði stóra virðing millum síni starvsfólk, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið.

Manglaðu ítøkilig viðurskifti fyri misálitinum

Ráðið leggur dent á, at tað er avgerðin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at býta Føðideildina sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild, sum hevði við sær, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina.

- Grundgevingar skulu til, og prógv førast fyri, at ítøkilig viðurskifti eru í starvinum, sum kunnu lastast starvsfólkinum, sum hava givið orsøk til, at arbeiðsgevarin hevur mist álitið, verður sagt.

Men Heilsu- og innlendismálaráðið metir ikki, at Landssjúkrahúsið í nóg stóran mun hevur víst á ítøkilig viðurskifti, sum stuðla undir grundgevingarnar, ið eru givnar - fyrst í ætlanarskrivinum og síðani í uppsagnarskrivinum, fyri at leiðslan á Landssjúkrahúsinum misti álitið á leiðandi ljósmóðurina.

Landssjúkrahúsið hevur heldur ikki í nóg stóran mun ført prógv fyri teimum ítøkiligu viðurskiftunum, sum í uppsagnarskrivinum eru nýtt sum grundgeving fyri, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið.

Leiðslan býtti Føðideildina sundur í tvær deildir

Tað var - sum áður nevnt - avgerðin hjá leiðsluni, at býta Føðideildina sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild, ið hevði við sær, at leiðslan misti álitið á leiðandi ljósmóðurina.

Um avgerðina - at býta Føðideildina sundur millum eina burðardeild og eina barsisdeild - sigur Heilsu- og innlendismálaráðið, at tað er undranarvert, at ein leiðandi ljósmóðir við evstu fakligu ábyrgd og avgerðarrætti ikki hevði nakran stórvegis leiklut, tá avgerðin skuldi takast, eins og hon - sambært upplýsingunum í málinum - ikki var kunnað um avgerðina, fyrr enn ein tíma áðrenn avgerðin alment varð fráboðað øllum starvsfólkunum á A2 - tað er har Føðideildin heldur til.

Manglandi ávaring og innlit

Onnur viðurskifti, sum Heilsu- og innlendismálaráðið leggur dent á, er, at leiðandi ljósmóðurin onga ávaring hevði fingið í starvinum, og at hon ikki frammanundan hevði fingið at vita frá leiðsluni, at atburður hennara kundi hava starvsrættarligar fylgjur við sær.

Leiðandi ljósmóðurin fær eisini viðhald frá Heilsu- og innlendismálaráðnum í kæruni um, at hon ikki fekk partsinnlit í øll skjøl av týdningi fyri uppsagnarmálið og eitt fullfíggjað skjalayvirlit úr journalskipanini.

Advokaturin hjá leiðandi ljósmóðurini bað um øll skjøl í málinum, men fekk frá advokatinum hjá Landssjúkrahúsinum at vita, at hon hevði fingið øll skjølini.

Heilsu- og innlendismálaráðið staðfestir, at hon ikki fekk partsinnlit í øll skjøl av týdningi fyri málið og heldur ikki eitt fullfíggjað skjalayvirlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584