Saudi Arabia loyvir kvinnum at koyra bil

Saudi Arabia loyvir kvinnum at koyra bil
24. juni sleppa kvinnur at koyra bil í Saudi Arabia, og longu nú eru fyrstu 10 koyrikortini til kvinnur útskrivað
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
06.06.2018 - 10:47

Mett verður, at einar 2.000 kvinnur fara at taka koyrikortið í næstu viku. 

Salman-kongur boðaði í fjør heyst frá, at elligamla saudi-arabiska bannið móti, at kvinnur sleppa at koyra bil, - og sum er eindømdi í øllum heiminum, men er í samsvari við islamska lóg, verður ógildað.

Krevja rættindi

Hóast hetta bannið nú fer í søguna, so er frælsi hjá kvinnum framvegis skert meira, enn nógva aðrastaðni í heiminum. 

Í mai-mánaði vórðu fleiri kvinnur handtiknar, eftir at tær høvdu skipað fyri mótmælistiltaki, har tær kravdu fleiri rættindi í landinum, - millum annað at sleppa at koyra bil.

Tær eru nú skuldsettar fyri at hava sett trygdina hjá Saudi Arabia í vanda, og kunnu verða dømdar upp í 20 ára fongsul. 

Skot fyri bógvin

Handtøkurnar hava tó sátt iva um trúnna á nýskipanartilgongdina hjá Muhamed-krúnprinsi, sum í løtuni er valdmiklasti maður í Saudi Arabia. Hann hevur víst góðan vilja at flyta og menna samfelagið til eitt meira framkomnar og liberalan heim.

Nú kunnu so kvinnur, sum eru 18 ár og eldri, søkja um at fáa koyrikort, og koyriskúlar fyri kvinnur eru settir á stovn í fimm av størru býunum.

Koyrilærarar verða kvinnur, sum hava tikið koyrikort uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585