61 bátsmanningar á Sundalagsstevnu

61 bátsmanningar á Sundalagsstevnu
61 bátsmanningar hava boðað frá, at tær ætla sær at rógva leygardagin, tá Sundalagsstevnan er í Kollafirði.
 
07.06.2018 - 10:31

Av teimum 61 manningunum eru 17 barnamanningar - níggju dreingjamannigar og átta gentumanningar.

Barnaróðurin byrjar kl. 13.20 og seinasti róðurin, tíggjumannaførini, kl.17.00.

Hetta eru tó flaggtíðirnar. Roknast kann við starti ikki seinni enn 10 minuttir seinni.

Tá flaggið er farið upp, skulu bátarnir leggja til start. Bátur, sum ikki hevur lagt til start fimm minuttir eftir, at flaggið er farið upp, fær boð um at fara av róðrarøkinum.

Tú kanst síggja startlistan til Sundalagsstevnuna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628