Beinleiðis: Føroyar - Slovenia

Beinleiðis: Føroyar - Slovenia
Í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja heimadystin í HM-undankappingini. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni
 
07.06.2018 - 09:41

Føroysku kvinnurnar spældu seg tíðliga í 2017 víðari til HM-undankappingina. Nú verður triðji dysturin hjá kvinnunum á heimavølli spældur, tá Føroyar taka ímóti Slovenia á Tórsvølli klokkan 17.00.

Hetta er aðru ferð liðini møtast. Fyrru ferð taptu kvinnurnar 5-0 til Slovenia, og tá varð spælt í Slovenia. 

Ansy Sevdal, sum eisini spælir við EBS/Skála, heldur, at dysturin móti Slovenia í dag er besti møguleikin hjá kvinnunum at fáa stig í hesi undankappingini. 

- Mótstøðuliðið er sterkt, men vit vita samstundis eisini, at sannlíkindini fyri at fáa stig ella spæla upp ímóti teimum, so vit fáa ein javnan og spennandi dyst, eru størst í júst í hesum dystinum, sigur Ansy Sevdal, sum hevur spælt 30 A-landsdystir fyri Føroyar, við FSF.fo.

Umframt hesi bæði liðini eru Ísland, Kekkia og Týskland eisini í bólkinum. Føroyar hava spælt og tapt ímóti øllum londum. 

14.09.2017 Føroyar - Kekkia 0-8
18.09.2017 Ísland - Føroyar 8-0
24.10.2017 Týskland - Føroyar 11-0
24.11.2017 Slovenia - Føroyar 5-0
10.04.2018 Føroyar - Ísland 0-5

Eftir dystin í dag er bara eftir at spæla heimadyst ímóti Týsklandi. Hesin verður spældur 4. september.

Beinleiðis frá Tórsvølli

Kringvarpið vísir dystin í dag beinleiðis í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara.

Leinkjuna finnur tú her. Vit byrja at senda klokkan 16.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012