Teistin aftur í sigling fríggjadagin

Teistin aftur í sigling fríggjadagin
Teistin fer aftur at sigla um Skopunarfjørð í morgin tann 8. juni, og fyrsti túrur verður klokkan 06.45
 
07.06.2018 - 14:13

Strandferðslan boðar nú frá, at Teistin røkir aftur siglingina á Sandoyarleiðini frá fríggjadegnum 8. juni klokkan 06.45.

Teistin røkir leiðina við øktum túratali til, Issehoved fer av Hestleiðini aftur tann 20. juni.

Strandferðslan sigur, at bíleggingarskipanin er virkin aftur í morgin, men farmatúrarnir klokkan 8.45 eru ikki knýttir at bíleggingarskipanini.

Frá í morgin til 12. juni røkir Ternan Kalsoyarleiðina. Ternan fer eftir ætlan aftur at røkja Nólsoyarleiðina mikudagin 13. juni.

Meðan Ternan er á Kalsoyarleiðini, ger Sam farmatúrar til útoyggjar, skrivar Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887