Stuttleikir á Tórsbreyt

Stuttleikir á Tórsbreyt
Stuttleikir er familjutiltak, ætlað børnum upp til eini 11 ár, og leikirnir verða á Tórsbreyt í dag tann 10. juni klokkan 14.
Mynd: Hvirlan  
 
10.06.2018 - 11:14

Klokkan 14 í dag skipar Hvirlan fyri Stuttleikum.

Stuttleikir er familjutiltak, ætla børnum upp til eini 11 ár, og leikirnir verða á Tórsbreyt. 

Børnini kunnu royna seg í bóltkasti, longarlopi og renning, og alt fyrigongur í hugnaligum umhvørvi, har tað fyrst og fremst snýr seg um at at hava tað stuttligt. 

Í fjør vóru meira enn 100 vælnøgd børn við. 

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, fer at seta Stuttleikirnar í ár, og hetta er tí, at Hvirlan fyllir 10 ár. 

Tilmelding letur upp kl. 13.30, og tað kostar 50 krónur at luttaka.

Vikuskiftissendingin hitti Tór Mortensen og Eydnu Mariu Debes, sum fara at leggja lag á Stuttleikirnar. Tey eru alt annað enn óroynd - føroyameistarar í bæði hesum og hasum.

Hoyr samrøðuna við tey her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819