Enn ein eykajáttan til Landssjúkrahúsið

Enn ein eykajáttan til Landssjúkrahúsið
Hóast sparitiltøk eru sett í verk, vanta 10 milliónir krónur í fyri at reka vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum
 
11.06.2018 - 14:25

Landsjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum krónum fyri at fáa játtanina í ár at hanga saman. Nakað av peninginum er funnin við sparingum, men enn vænta 10 milliónir krónir í.

Fíggjarnevndin hevur fingið fíggjarnevndarskjal, har biðið verður um 10 milliónir í eykajáttan, tí at játtanin til Landssjúkrahúsið er ov lág til verandi virksemi.

Málið hevur skund, tí Landssjúkrahúsið fyri at halda játtanina, má seta fleiri tiltøk í verk, enn ráðiligt er, stendur í fíggjarnevndarskjalinum.

Í málsfreigreiðingini stendur, at játtanin til Landssjúkrahúsið er ov tepur til at halda verandi virksemi.

Landssjúkrahúsið hevur sagt frá, at tørvur er á góðum 14 milliónir krónur fyri at hava sama virksemi sum í 2017.

Harumframt hevur sjúkrahúsið nú fingið 7 milliónir krónur í rokning frá Region Hovedstaden fyri reglurering vegna viðgerð uttanlands í 2016 og 2017, sum verður bókað í 2018.

Hetta merkir, at 21 milliónir krónur vanta í til at fáa játtanina í 2018 at hanga saman.

Orsøkirnar eru í høvusheitum, at lønarútreiðslurnar eru 4 milliónir hægri, konsulentar við meira kosta 10 milliónir, og serviðgerðir uttanlands kosta 7 milliónir krónir. Tað gevur tilsamans 21 milliónir krónur.

Tiltøk eru sett í verk soleiðis, at nøkur umsitingarlig størv ikki verða sett aftur, eins og aðrar sparingar og tillagingar eru settar í verk.

Eftir at hesi tiltøk eru sett í verk vanta 10 milliónir krónur í til vanliga virksemið. 

Tiltøk eru eisini sett í verk fyri at avmarka talið av sjúklingum, sum verða sendir uttanlands.

Ilt er at siga, hvussu hetta kemur at ávirka fíggjarligu gongdini, og í besta fall ber til at vóna, at játtanin kemur at halda. 

Av tiltøkunum, ið eru sett í verk fyri virksemi uttanlands, verða tó einans viðgerðir útsettar, har vandi ikki er fyri førleika ella lívi. Sparingarnar væntast at verða millum 3 og 7 milliónir krónur.

Tiltøk í sjúkrahúsinum og tálmingar av uttanlandsvirkseminum, sum eru sett í verk, standa við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652