Kósin sleppur ikki at byggja út

Kósin sleppur ikki at byggja út
Vørn vil ikki geva P/f Kósini loyvi at byggja út. Avgerðin er kærd, og Fiskimálaráðið hevur ikki avgreitt málið enn.
 
11.06.2018 - 13:54

Vørn vil ikki geva P/f Kósini loyvi at byggja út.

Vørn hevur ikki aðrar viðmerkingar um útbyggina hjá Kósini í Klaksvík enn tær, sum eru í avgerðini hjá stovninum, sigur stjórin, Elmar Højgaard.

Tann avgerðin er kærd til Fiskimálaráðið. Tað var 19. mars, men Fiskimálaráðið hevur ikki avgreitt málið enn.

Sambært nýggju lógini um sjófeingi kann útlendskur kapitalur í føroysku fiskivinnununi ikki hækka. Hann skal vera heilt úti í seinasta lagi í 2024.

Ætlanin er at útbyggja virkið á Kósini fyri góðar 40 milliónir krónur. Útbyggingin er longu byrjað.  

Fígging er fingin til 30 milliónir, men eigararnir í partafelagnum skulu sjálvir fíggja góðar tíggju milliónir, sum er nýggjur partapeningur.

Ásetingin um útlendskan partapening er bara galdandi fyri fiskivinnuna á sjónum, ikki á landi, men hon er galdandi fyri Kósina, tí partafelagið eigur dótturfeløg, sum eiga línuskip, sum fiska til flakavirkið í Klaksvík.

Partafelagið DWF í Kollafirði eigur meira enn fimm prosent í partafelagnum Kósini. Niðurlendingar eiga í DWF. 

Í kæruni til Fiskimálaráðið sigur Kósin, at útlendski ognarparturin í Kósini minkar hálvt prosent í samband við, at partapeningurin skal vaksa góðar tíggju millónir.

Vørn sigur, at ikki ber til at geva loyvi til at hækka kapitalin í Kósini, tí talan er um, at útlendingar keypa fleiri partabrøv í felagnum, og tað er lógarbrot.

Kósin sigur í kæruni, at partabrøv verða ikki seld, men kapitalurin í felagnum verður størri. Tey somu, sum í dag eiga felagið, seta meira í. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010