Mæla til at hækka lønina

Mæla til at hækka lønina
Lønin hjá tingfólki skal hækka, men afturfyri skal skattafría ískoyti takast av. Tað er millum tilmælini frá bólkinum um lønina hjá tingfólki
 
11.06.2018 - 08:32

Mánaðarlønin hjá løgtingsfólkum skal hækka við 5562 krónum um mánaðin, men afturfyri skal skattafría ískoytið á 2000 krónur, sum tingfólk fáa í dag strikast.

Tað er millum tilmælini í álitinum frá bólkinum, ið hevur gjørt eitt álit við tilmæli um lønir og pensjón hjá tingfólkum.

Eisini verður mælt til, at fara frá verandi pensjónsskipan við tænastumannapensjón til eina skipan, har landið rindar 15 prosent av lønarsamsýningini hjá tinglimum í eina góðkenda pensjónsskipan. Í hesum sambandi verður sama skiftisskipan nýtt, sum verður nýtt fyri landsstýrisfólkini í sambandi við, at tey eru farin frá at vinna sær tænastumannapensjón til, at landið rindar 15 prosent av lønarsamsýning teirra í eina góðkenda pensjónsskipan, stendur í tilmælinum

Tilmælið var handað løgtingsformanninum fríggjadagin.

Í bólkinum, sum hevur gjørt tilmælið, sita Jógvan Amonsson, statsaut. revisor, Gunn Ellefsen, advokatur og Mariu á Dul, HR-leiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819