Parkeringsloyvi til íbúgvar í Miðbýnum í Havn

Parkeringsloyvi til íbúgvar í Miðbýnum í Havn
Bileigarar í Havn sleppa nú lættari av við bilin hjá sær, men tað er ikki ókeypis.
Miðbýurin í Havn er parkeringsøki 1.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
11.06.2018 - 11:50

Parkeringspolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er settur í gildi.

Nú kunnu fólk, sum búgva í Miðbýnum í Havn, søkja um eitt parkeringsloyvi fyri 780 krónur um árið - ella 65 krónur um mánaðin. Tað skrivar Tórshavnar kommuna. 

Tað gevur tó ikki atgongd til ein ávísan bás at seta bilin í, eiheldur kann kommunan veita trygd fyri, at nakar básur er tøkur.

Parkeringspláss í Tórshavnar kommunu eru deild í øki, og tað er í øki 1, sum fevnir um miðbýin, at parkeringsloyvi verða givin.

parkeringsoki_raett.jpeg

Caption: 
Parkeringsøki í Havnini. Mynd: Tórshavnar Kommuna

Umsøkjarar skulu lúka ymsar treitir, um parkeringsloyvið skal útvegast. Umframt at umsøkjarin skal búgva í miðbýnum, skal umsøkjari eiheldur hava parkeringspláss á grundstykkinum. Um parkeringspláss kann gerast á ognini fyri minni enn 50.000 krónur, verður umsóknin um parkeringsloyvi ikki gingin á møti. 

Verður parkeringsloyvi givið, kann ein seta sær bilin í óavmarkaða tíð í allar básar í ásetta øki við tíðaravmarkingunum 2 tímar og 8 tímar, tá ið annað ikki er tilskilað. Tó eru nøkur undantøk, har frámerkt verður: Parkeringsloyvið ikki galdandi. 

Parkeringsloyvi geva sostatt ikki møguleika fyri at parkera í óavmarkaða tíð í básum, har loyvt er at parkera í 30 minuttir. Tó verður ein 1 ára royndartíð, har ávísir loyvishavarar í øki 1 fáa rættindi til at brúka parkeringsloyvi á ávísum parkeringsbásum við tíðaravmarkingini 30 min.

Parkeringsloyvið er galdandi nærindis bústaðnum hjá loyvishavaranum í einum øki og heimilar viðkomandi at parkera í óavmarkaða tíð á flestøllum parkeringsbásum í ásetta øki við tíðaravmarkingunum 2t og 8t, tá ið annað ikki er tilskilað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584