Ríkisfundurin byrjar í dag

Ríkisfundurin byrjar í dag
Árligi ríkisfundurin millum løgmann, grønlendska landsstýrisformannin og danska forsætisráðharran byrjar í Føroyum í dag.
 
11.06.2018 - 06:18

Grønlendski landsstýrisformaðurin og danski forsætisráðharrin eru í løtuni á vitjan í Føroyum í samband við árliga ríkisfundin.

Teir tríggir fara við fylgi at vitja í Suðuroynni og Stóru Dímun í dag. Farið verður til Suðuroyar við Smyrli í morguni. 

Vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum. Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun.  Í kvøldi er løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Havn. 

Sjálvur ríkisfundurin verður við Leynavatn í morgin klokkan hálvgum tíggju, og tíðindafundur verður kl. 11.30. Grønlendsku og donsku gestirnir fara av landinum seinnapart í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652