Arbeiðið í grønlendsku grundlógarnevnd steðgað

Arbeiðið í grønlendsku grundlógarnevnd steðgað
Arbeiðið í grønlendsku grundlógarnevndini er enn einaferð steðgað, og eingin veit við vissu, hvat nú hendir
 
12.06.2018 - 07:41

Grønlendska grundlógvarnevndin varð sett í skundi í 2016, og síðani hevur hon arbeitt í smáum. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. 

Men nú er arbeiðið í nevndini er enn einaferð steðgað, og tað er óvist, hvat fer at henda.

Forkvinna vald í landsstýrið

Vivian Motzfeldt var forkvinna í nevndini, men hon varð vald í landsstýrið eftir valið og segði seg tá frá sum forkvinnu í nevndini.

Sara Olsvig sigur seg ikki hava frætt nakað um, hvat hendir við nevndini, og tað sama sigur umboðið hjá Demokratunum í nevndini.

Allir flokkar skuldu við

Eftir upprunaligu ætlanini, skuldu sjey fólk manna nevndina, so allir flokkar sum høvdu umboð í landstinginum, vóru við.

Og so skuldu flokkarnir manna nevndina, alt eftir stødd.

- Støðan er broytt, tí nú eru fleiri flokkar, og tí er neyðugt at broyta arbeiðssetningin hjá nevndini, sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584