Norðurkorea skal verða kjarnorkufrítt

Norðurkorea skal verða kjarnorkufrítt
Tað er greitt eftir toppfundin millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og norðurkoreanska einaræðisráðharran, Kim Jong-un
 
12.06.2018 - 10:28

Teir báðir, Donald Trump og Kim Jong-un, hava skrivað undir eitt skjal, har tað millum annað stendur, at Norðurkorea fer at arbeiða fyri, at koreanska hálvoyggin við tíðini skal verða kjarnorkufrí. Og hetta arbeiðið fer at byrja sera, sera skjótt, sigur Donald Trump.  

Harafturat eru londini samd um at arbeiða fyri varandi og støðugum friði á koreansku hálvoynni. USA fer ikki longur at gera hernaðarvenjingar saman við Suðurkorea, sum Norðurkorea er hart ímóti. Men venjingarnar verða tiknar uppaftur, um komandi samráðingarnar við Norðurkorea ikki ganga sum ætlað.

Donald Trump leggur eisini dent á, at friður fer at verða millum Norður og Suðurkorea, tí ongin almenn friðaravtala varð gjørd eftir Koreakríggið, sum vardi frá 1950 til 53. 

Tá amerikanarar kunnu verða vísir í, at norðurkoreansku kjarnuorkuvápnini eru oyðiløgd, verða strongu tiltøkini móti Norðurkorea tikin aftur, segði Donald Trump eisini á tíðindafundinum. 

Og hann legði afturat, at toppfundurin við Kim Jong-un er eitt prógv um, at veruligar broytingar kunnu henda.

Toppfundurin millum Kim Jong-un og Donald Trump er søguligur, tí hetta er fyrstu ferð, at ein norðurkoreanskur leiðari hittir ein sitandi amerikanska forseta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652