Ókeypis interrail til tannáringar

12.06.2018 - 14:46
AktueltÚtheimurin
Ókeypis interrail til tannáringar
ES hevur sett 90 milliónir krónur av til at bjóða 15.000 18 ára gomlum eina ókeypis interrailferðaseðil í summar
Mynd: © NTB scanpix  
 

Endamálið er at víðka sjónarhornið hjá teimum ungu, so tey kunnu læra meira um sítt meginland - Evropa. Tað skrivar Europa-komissiónin í tíðindaskrivi.

Fyri at fáa hendur í ein ferðaseðil, skulu tey ungu búgva í einum av 28 londunum í ES, vera 18 ár, tað vil siga fødd millum 2. juli 1999 og 1. juli 2000 og kunna svara fimm spurningum um mentanararvin í Evropa og arbeiðið, sum ES ger fyri ung. 

Til ber at søkja um ein ferðaseðil á heimasíðuni hjá ungdómsportalinum hjá ES millum 12. juni og 26. juni, og tey, sum fáa ein ferðaseðil, skulu ferðast millum 9. juli og 30. september 2018. Leinkjan at søkja er her

Ein interrailferðaseðil gevur møguleikar fyri at ferðast í Evropa í 30 dagar í fýra ymsum londum við toki og í summum føri ferjum. 

Endamálið við átakinum er at menna tey ungu og geva teimum eitt størri forstáilsi fyri møguleikunum í ES.

- Tað vil verða ein góður møguleiki hjá ungum at læra Evropa at kenna gjøgnum eina persónliga ferð og at fáa upplvinginar og royndir, sum tað ikki ber til at lesa seg til. 

Tað sigur Tibor Navracsics, ES-kommisserur fyri útbúgvging, mentan og ung í tíðindaskrivi. 
 
Interrail var serliga væl umtókt frá 1970´unum til 1990´unum, men áhugin er minkaður støðugt í samband við, at flogferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir.  

Í Danmark seldi DSB umleið 7000 interrailferðaseðlar í fjør - og tað er nógv minni enn tær 27.000 ferðsseðlarnar, sum tey seldu í 1989.

Ein ferðaseðil kostar millum 1500 og 3500 krónur, skrivar dr.dk.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
TEMPO úr dvala
98968
Fríggjadag 20. september
Pressan: Jenis av Rana og Kringvarpið
98960
Fríggjadag 20. september
Morgunlesturin fríggjamorgunin 20. september 2019
98627
Hósdag 19. september
Nón - 19. september 2019
98928
Hósdag 19. september
Mono: Filmstónar - Snjóhvíta
98917
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Móttøka í Tinganesi
98789
Mánadag 16. september
3-2
98799
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andakt við Randi Froyseth
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618