Svøríkisdemokratarnir eru størstir

Svøríkisdemokratarnir eru størstir
Svenski flokkurin, Sverigedemokraterna, eru klárt størsti flokkur í Svøríki, vísir ein nýggj veljarakanning, sum Sentio Research hevur gjørt
Jimmie Åkesson er floksformaður í Sverigedemokraterne
 
12.06.2018 - 11:41

Flokkurin stendur at fáa góð 26 % av atkvøðunum á ríkisdagsvalinum í september, samstundis sum hinir báðir stóru flokkarnir, svenski javnaðarflokkurin og borgarligi Moderatarna, standa til at missa nógvar atkvøður.

Javnaðarflokkurin hevði eftir kanningini bert fingið sløk 22 %, sum eru næstan 10 prosentstig færri enn á valinum fyri fýra árum síðani, og Moderatarna stenda til at fáa góð 17 %, sum eisini er væl minni enn á seinasta vali.

Joakim Ruist, sum starvast á universitetinum í Gøteborg, og sum kannar innflytaraviðurskifti, sigur tað ikki undra seg, um Svøríkisdemokratarnir fara at fáa minst triðjuhvørja atkvøðu á valinum í september.

Hvørki svensku polittikararnir ella svensku miðlarnir vilja gera nakrar viðmerkingar til norsku kanningina, men finnast heldur at kanningini, sum ikki skal vera nóg neyv.

Hesum vísir ein av stovnarunum av Sentio Research, Arve Østgaard, aftur. Hann sigur, at stovnurin ger kanningar í 22 londum, og tær hava verið sera neyvar - eisini upp undir valini í Svøríki í 2010 og í 2014.

Sviar eru sum heild misnøgdir við útlendingapolitikkin hjá stjórnini, tí har hevur verið nógvur ófriður og nógv dráp tey seinastu árini, og tað kann koma Svøríkisdemokratunum til góðar á valinum, halda eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858