Fíggjarnevndin viðger meirjáttanir fríggjadagin

Fíggjarnevndin viðger meirjáttanir fríggjadagin
Fíggjarnevndin hevur fingið tvey fíggjarnevndarskjøl frá landsstýrinum. Landssjúkrahúsið biður aftur í ár um fleiri pengar
Landssjúkrahúsið biður aftur í ár um fleiri pengar enn løgtingið játtaði í fíggjarlógini.
 
13.06.2018 - 07:49

Ikki fyrr enn fríggjadagin fer Fíggjarnevndin at viðgera fíggjarnevndarskjølini frá landsstýrinum.
Nevndin fekk skjølini mánadagin, men forkvinnan í nevndini, Ruth Vang, hevur verið uttanlands.  

Landssjúkrahúsið biður Fíggjarnevndina um tíggju milliónir krónur afturat alt fyri eitt.

Fram er komið, at Landsjúkrahúsið hevur brúk fyri 21 milliónum krónum fyri at fáa játtanina í ár at halda.

Nakað er funnið við sparingum, men enn vanta tíggju milliónir krónur, sum Fíggjarnevndin nú er biðin um.

Semingsstovnurin

Hitt fíggjarnevndarskjalið er um 300.000 kr. til Semingsstovnin, tí semingsmenninir hava so nógv at gera í ár.

Játtanin í ár er annars 400.000 kr.

Mælt verður til í fíggjarnevndarskjalinum, at tær 300.000 kr. verða tiknar frá Gjaldstovuni, sum tolir at missa pengarnar, tí tað dregur út at seta samskipara til Keypsportalin, sigur Fíggjarmálaráðið.

Formansskapurin í løgtinginum hevur fund í morgin um millum annað fíggjarætlanina hjá løgtinginum í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691