Føroyar atkvøða fyri USA, Meksiko og Kanada

13.06.2018 - 07:31
ÍtrótturFótbóltur
Føroyar atkvøða fyri USA, Meksiko og Kanada
Aðalfundurin hjá FIFA í Moskva í dag skal avgera, hvør fær HM endaspælið í 2026
Heimsmeistarakappingin í fótbólti byrjar í morgin.
 
 

Á aðalfundinum hjá FIFA, sum er í Moskva í dag, fer Fótbóltssambandið at atkvøða fyri, at heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2026 verður í USA, Meksiko og Kanada.

Undanfarin ár hevur ein nevnd í FIFA, altjóða fótbóltssamgonguni, avgjørt, hvør skal hýsa HM endaspølum.

Men hetta er nú broytt. Nú skulu limalondini gera av, hvør skal vera vertur fyri endaspælinum um átta ár.

Marokko hevur eisini boðið seg fram at vera vertur í 2026.

Ógviliga spennandi

- Men verkætlanin hjá USA, Kanada og Meksiko sær ógviliga spennandi út, og fíggjarliga sær hon eisini gott út, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við FSF.fo.

Føroyar fara tí í dag at atkvøða fyri teimum trimum londunum. 

Næsta HM endaspæl verður í Katar í 2022.

HM endaspælið í Russlandi byrjar annars í morgin.

Fyrsti dysturin verður sum vant millum vertslandið, sum í hesum førinum er Russland, og Saudiarabia.
 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. desember
Fótbóltsprát: Liverpool er á odda
88793
Týsdag 11. desember
Norðurljóð 10.desember 2018
88774
Týsdag 11. desember
Góðan morgun Føroyar - 101218
88773
Týsdag 11. desember
Morgunlestur týsdagur 11. desember 2018
88451
Mánadag 10. desember
Við Tórði á túri á Kuba (1:2)
64849
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. desember
Andaktin
88722
Sunnudag 9. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
88713
Leygardag 8. desember
Hvat bagir? (6:8)
87235
Fríggjadag 7. desember
Lyst 24
88747
Fríggjadag 7. desember
Úr savninum: Flak til tann kræsna 4:5
88668