Issehoved sleppur ikki á Útoyggjastevnu

Issehoved sleppur ikki á Útoyggjastevnu
Tvíkiljan er ikki góðkend at sigla til Svínoyar, sigur Sjóvinnustýrið
Issehoved verður í Føroyum í eina viku afturat og siglir í Hest.
 
13.06.2018 - 13:04

Strandfaraskip landsins ætlaðu at seta Issehoved í sigling til Svínoyar, nú Útoyggjastevnan verður har um vikuskiftið.

Men svarið frá Sjóvinnustýrið var nei, tí Issehoved hevur ikki loyvi til at sigla á teirri farleiðini, upplýsir Strandferðslan.

Tí verður bara Ritan á Svínoyarleiðini um vikuskiftið. 

Ternan fór í morgun aftur at sigla millum Nólsoynna og Havnina.

Issehoved verður í Føroyum í eina viku afturat og fer at sigla millum Hest og Gomlu rætt hesar dagarnar.

Teistin fer at sigla til Hest aftur, tá Issehoved er farin til Danmarkar aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652