Kringvarpið vísir HM-dystir

13.06.2018 - 08:35
ÍtrótturFótbóltur
Kringvarpið vísir HM-dystir
Heimsmeistaraskapið í fótbólti byrjar í morgin tann 14. juni. Kringvarpið hevur møguleika at vísa allar dystirnar, sum verða spældir í Russlandi
 
 

Hesar komandi fýra vikurnar, sum dystirnir í HM-kappingini verða spældir, fara sjónvarspstøðir um allan heim at senda nógvar tímar av fótbólti. 

Eisini Kringvarpið fer at vísa dystirnar úr Russlandi. Tað sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.

- Ja, Kringvarpið hevur møguleika, sum ein av teimum fáu rásunum í heiminum, at senda allar dystirnar í HM-kappingini, sigur hon.

Hetta kemst av, at Kringvarpið hevur avtalur við bæði Danmarks Radio og TV 2, og hetta gevur møguleika fyri at velja og vraka millum dystir.

Á hvørjum ári skulu avtalur gerast á nýggjum millum sjónvarpsrásirnar, og tí er tað eisini altíð ivasamt um rættindini hjá Kringvarpinum. Avtalurnar innibera eisini sokallað geografisk rættindi.

Fyri stuttum komu so avtalur í lag við bæði Danmarks Radio og TV 2, og avtalurnar innibera eisini tað geografiska økið, sum er Føroyar. Tískil kann Kringvarpið samsenda allar dystir, sum Danmarks Radio og TV 2 vísa, sigur Barbara Samuelsen.

Tað er tó eitt putlispæl at fáa allar dystirnar inn í sjónvarpsskránna, sum í forvegin hevur nógv at senda.

- Viðhvørt rakar tað bæði inn í Dagur & Viku, barnasjónvarp, kappróðrar og guðstænastur, og tá má man so hyggja at hvørjum einstøkum føri og meta um, hvussu spennandi fótbóltsdystirnir eru, sigur hon. 

Hetta hevur við sær, at summir dystir verða sendir forskotnir, og aðrar ferðir vísir Kringvarpið møguliga bara seinna hálvleik.

Sambært Barbaru er tað tó dystirnir hjá teimum norðurlendsku londunum, ið eru mest áhugaverdir at vísa. 

Fyrsti dysturin á skránni í hesari HM-kappingini er dysturin millum Russland og Saudi Arabia. Hann verður hósdagin 14. juni klokkan 16.

Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. oktober
Morgunlestur mikudagur 17.oktober 2018
86023
Týsdag 16. oktober
Morgunlestur týsdagur 16.oktober 2018
86022
Mánadag 15. oktober
Við Tórði á túri til roysnissteinar
86442
Mánadag 15. oktober
Síðsta Skríggj 12.oktober 2018
86441
Mánadag 15. oktober
Norðurljóð 15.oktober 2018
86440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. oktober
3-2
86447
Sunnudag 14. oktober
Andaktin
86404
Sunnudag 14. oktober
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
86405
Fríggjadag 12. oktober
Lyst 16
86308