Nevnd skal setast at fyrireika læknaflytingina

13.06.2018 - 13:10
AktueltHeilsa
Nevnd skal setast at fyrireika læknaflytingina
Landið vil taka við skyldum, ábygd og útreiðslum, sum kommunurnar hava av kommunulæknum
Landið vil hava kommunulæknarnar.
 

Ein nevnd við fólkum frá Kommunufelagnum og Heilsumálaráðnum skal nú kanna, hvussu kommunulæknarnir skulu undir landið.

Kommunurnar rinda húsaleigu og útgerð hjá kommunulæknum, men landið vil yvirtaka hesar útreiðslur.

Fundur var í gjár millum Sirið Stenberg og Kommunufelagið, og nevndin skal mannast fyri summarfrítíðina, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Men ikki er ásett, nær nevndin skal verða liðug.

Útreiðslurnar hjá kommununum vóru í 2016 13,5 mió. kr. til rakstur hjá kommunulæknunum og 2,1 milliónir til íløgur.

Hesar útreiðslur ætlar landið at taka á seg.

Uppskot um avtalu

Uppskot um eina ávegis avtalu millum land og kommunur varð gjørd fyri einum ári síðani.

Sambært tí uppskotinum skuldi landið yvirtaka uppgávur og ábyrgd frá kommununum.

Kommunurnar skuldu samstundis verða loystar frá fíggjarligu skyldum sínum, og kommunurnar skuldu endurrinda landinum útreiðslurnar, sum tær høvdu. 

Men kommunurnar skuldu framvegis bera útreiðslurnar til viðtaluhøli hjá kommunulæknum og heilsufrøðingum í skúlunum. 

Ymsar kommunur

Kommunurnar vóru tó ikki á einum máli um avtaluna, tí viðurskiftini vóru so ymisk í kommununum.

Tí varð mælt til at tosa við einstøku læknaøkini. 

Hetta byrjaði og endaði eisini í Klaksvík, tá ikki bar til at flyta viðtalurnar hjá kommunulæknunum í sjúkrahúsið.

Nú verður aftur roynt at fáa eina avtalu í lag millum land og kommunur.

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
3-2
94700
Sunnudag 19. mai
Andakt við Pól í Skorini
94638
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
94640
Fríggjadag 17. mai
Andakt við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar
94619
Fríggjadag 17. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
94615