Spanski landsliðsvenjarin fær fótin

13.06.2018 - 11:41
ÍtrótturFótbóltur
Spanski landsliðsvenjarin fær fótin
Spanski landsliðsvenjarin, Julen Lopetegui, hevur fingið fótin dagin fyri, at HM-endaspælið í Russlandi byrjar
Við Julen Lopetegui á odda hevur Spania ikki tapt ein tann einasta dystin. Nú er hann koyrdur.
Mynd: © Scanpix  
 

Á tíðindafundi fyrr í dag boðaði forsetin í spanska fótbóltssambandinum frá avgerðini.

- Vit eru noydd at veitra farvæl til landsliðsvenjaran. Vit ynskja honum bestu eydnu. Tey úrslit, sum Spania fer at røkka í hesum endaspælinum, eigur hann sín lut í, sigur forsetin Luis Rubiales.

Uppsøgnin verður mett sum ein beinleiðis avleiðing av, at Julen Lopetegui í gjár varð settur sum høvuðsvenjari í spanska stórfelagnum Real Madrid, har hann tekur við eftir Zinedine Zidane. 

Hesi tíðindi fullu ikki í góða jørð í spanska fótbóltssambandinum, og serliga Luis Rubiales, forseti, gjørdist í øðini.

Fyrst bórust tíðindini um, at partarnir vóru samdir um at fara hvør til sítt eftir HM-endaspælið, men í nátt hevur spanska fótbóltssambandið broytt avgerð og koyra tí venjaran beinanvegin. 

Tíðindafundurin í dag varð útsettur fleiri ferðir - sum skilst tí at fleiri av spælarunum á spanska landsliðnum til tað seinasta royndu at sannføra fótbóltssambandið um at halda fast í Lopetegui.

Julen Lopetegui tók við sum spanskur landsliðsvenjari eftir Vicente del Bosque í 2016. Síðani hann tók við, hevur Spania ikki tapt ein tann einasta dyst.

Ítróttarstjórin hjá spanska landsliðnum, Fernando Hierro, og U21-landsliðsvenjarin Albert Celades, eru í løtuni bestu boð upp á ein fyribilsvenjara. 

Spania spælir sín fyrsta dyst móti Portugal fríggjakvøldið. Hini liðini í spanska bólkinum eru Iran og Marokko.

Kringvarpið vísir flestu dystirnar í HM-kappingini, sum byrjar í morgin, tá Russland og Saudia Arabia hittast.

Tað verður klokkan 16. Dysturin verður vístur í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Mono - Disco (4:5)
109723
Mikudag 3. juni
Breddin
109678
Mikudag 3. juni
Nón 3. juni 2020
109675
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558