Átta skip landaðu svartkjaft 16 ferðir uttanlands

Átta skip landaðu svartkjaft 16 ferðir uttanlands
Góð 39.000 tons vórðu landað í øðrum londum enn í Føroyum. Landingarforboðið kemur í gildi aftur í morgin
Loyvt var at landa svartkjaft uttanlands frá 27.apríl til í dag.
 
14.06.2018 - 12:04

Átta føroysk skip brúktu møguleikan at landa svartkjaft uttanlands. 

Tey landaðu 16 ferðir, tilsamans góð 39.000 tons, upplýsir Vørn. 

Skipini landaðu í Írlandi, Noregi, Íslandi, Danmark og í Niðurlondum.

Í dag, 14.juni, er seinasti dagur, sum føroysk skip sleppa at landa svartkjaft uttanlands.

Kunngerðin broytt

Vinnan legði trýst á Fiskimálaráðið um at broyta treytina um føroyskan kaikant, tí móttøkuorkan í Føroyum var avmarkað, og nógvur svartkjaftur var at fáa. 

Tí var leingi hjá svartkjaftaskipunum at bíða eftir at sleppa framat at landa í Føroyum.

Fiskimálaráðið broytti síðani kunngerðina, so til bar at landa svartkjaft uttanlands frá 27.apríl til og við 14.juni.

Fyri einum mánað síðani høvdu fimm føroysk skip landað svartkjaft uttanlands.

Tey høvdu landað sjey ferðir í Danmark, Norra og í Íslandi, tilsamans 14.500 tons, upplýsti Vørn tá.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010