Eingin linking fyrr enn avdubbing er gjørd

14.06.2018 - 10:54
AktueltÚtheimurin
Eingin linking fyrr enn avdubbing er gjørd
Eingin linking verður í revsitiltøkunum móti Norðurkorea, fyrr enn øll kjarnorkuvápn eru burturbeind, sigur Mike Pompeo, uttanríkisráðharri í USA
Japan, Suðurkorea og USA á felags tíðindafundi í Seoul.
Mynd: © Independent  
 
 

Tað hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo sagt á felags tíðindafundi í Seoul, har suðurkoreanski og japanski uttanríkisráðharrin eisini vóru.

Útsøgnin hjá Pompeo kemur eftir atfinningar um, at avtalan millum USA og Norðurkorea einki sigur um, hvussu Norðurkorea skal burturbeina sín kjarnorkuvápnaútbúnað og heldur einki sigur um, hvør skal hava eftirlit, at tað yvirhøvur verður gjørt. 

BBC skrivar, at Pompeo fór til Seoul fyri at kunna og sissa tey sameindu londini í landssynnings-asia, tí tað kom óvart á, at amerikanski forsetin brádliga kunngjørdi, at hann steðgar felags hernaðarligu venjingunum, sum USA og Suðurkorea hava havt í mong harrans ár.

Eftir toppfundin millum Donald Trump og Kim Jung-un segði amerikanski forsetin, at revsitiltøkini vera verðandi í gildi, til "kjarnorkuvápini ikki longur eru ein faktorur", men ógreitt er, hvat forsetin í roynd og veru meinti við, skrivar BBC.

- Eg gleði meg til einaferð at seta tey úr gildi, og tey verða sett úr gildi, tá vit vita, at vit eru á veg, segði Donald Trump á tíðindafundinum týsdagin.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. august
Túrur eystur í Skúvadal
84386
Mánadag 20. august
Morgunlestur mánadagin 20. august 2018
82973
Sunnudag 19. august
Guðstænasta í Christianskirkjuni
84372
Sunnudag 19. august
Í føðingardag hjá Madonnu
84371
Nýggjastu sendingar í SV