Fordøma Ísrael

14.06.2018 - 08:35
AktueltÚtheimurin
Fordøma Ísrael
ST-aðalráðið hevur við stórum meiriluta samtykt, at Ísrael og ikki Hamas skal fordømast fyri at hava dripið 120 sivilfólk í Gasa
ST-aðalráðið samtykti við stórum meiriluta at fordøma Ísrael
Mynd: © Reuters  
 

Samstundis vísir ST aftur amerikanska uppskotinum um at fordøma palestinsku rørsluna, Hamas, fyri drápini. 

120 atkvøddu fyri ST-samtyktini, og átta vóru ímóti, og 45 atkvøddu ikki, skrivar Reuters-tíðindastovan.

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, fekk harumframt áheitan um at mæla til størri altjóða verju í palestinska økinum.

Síðani síðst í marsmánaða eru meira enn 120 fólk dripin í hørðum samanbrestum millum ísraelskar hermenn og palestinar, sum mótmæltu á markinum millum Ísrael og Gasa. Meginparturin av teimum dripnu høvdu eingi vápn.

Hóast stórur meirluti hevur atkvøtt fyri samtyktini, hava fleiri diplomatar víst á, at samtyktin er ov einsíðug.

Palestinar bóðu um skundfund í ST-aðalráðnum, har ikki ber til at brúka veto-rættin, eftir at USA 1. juni nýtti veto-rætt sín móti eini samtykt um Gasa í ST-trygdarráðnum.

Amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, skýrdi samtyktina at vera grovt parthalla, tí funnist verður bara at Ísrael. Hon finst eisini at samtyktini, tí Hamas verður ikki nevnt í henni, og USA sigur, at Hamas er upprunin til harðskapin, skrivar Ritzau.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Nón 26. februar 2020
105314
Mikudag 26. februar
Dagsoms yrking - Vakt
104579
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Úr savninum: Ymisk lív
105296
Mánadag 24. februar
Upp á gólv - í Skálanum
105214
Mánadag 24. februar
3-2
105221
Sunnudag 23. februar
Andakt við Carsten Fonsdal Mikkelsen
105169
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta í Miðvágs kirkju
105167