- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríggjadagin fellur dómur
Í morgin fellur væntandi dómur í sonevnda øksamálinum. Tað veldst um, hvussu langa tíð nevningarnir skulu brúka til at umrøða málið.
Í morgin byrjar rættarfundurin við, at dómarin kunnar nevningarnar um teirra uppgávu, nú sjálv viðgerðin í rættinum er av, sonevnda rættarlæringin.
Tá tað er av, fara nevingarnir fyri seg. Teir skulu so taka støðu til, um teir báðir menninir eru sekir í ákærunum, sum eru reistar ímóti teimum.
Nevningarnir skulu einsamallir taka avgerðina, men dómarin verður til staðar, um teir hava eitthvørt at spyrja um. Annars skal dómarin ikki verða við í sjálvari viðgerðini hjá nevningunum.
Tá nevningarnir eru lidnir við sína viðgerð og komnir til eina niðurstøðu, verður rættarfundurin tikin uppaftur, og úrslitið hjá nevningunum verður kunngjørt fyri rættinum.Tá úrslitið er greitt, skal sjálv revsingin ásetast.
Tá fáa bæði ákæri og verjarnir orðið aftur, og teir skulu grundgeva fyri, hvør revsingin skal vera. M.a. verður okkurt vitni avhoyrt undir tí viðgerðini.
Og so fellur dómur í málinum.
Sakarmálið byrjaði mikudagin í farnu viku, tá teir ákærdu fingu at vita, hvat teir eru ákærdir fyri.
Síðani vórðu nógv vitni avhoyrd, og í gjár var sjálv dómsviðgerðin, har ákærin og verjarnir grundgóvu fyri, hvør revsingin skal vera.
Ákærin krevur harða revsing, meðan verjin hjá øðrum av teimum ákærdu krevur revsing, sum í mesta lagi er eftir grein 245 í revsilógini, sum kann geva upp í 6 ára fongsul. Verjin hjá hinum ákærda manninum krevur frídøming.