Fíggjarnevndin viðger eykajáttanina til LS

Fíggjarnevndin viðger eykajáttanina til LS
Klokkan hálvgum tíggju fór fíggjarnevndin á fund, har hon skal viðgera fíggjarnevndarskjalið um at lata Landssjúkrahúsinum 10 milliónir í eykajáttan
 
15.06.2018 - 10:19

Landssjúkrahúsið hevur tørv á 21 milliónum fyri at fáa játtanina at hanga saman, men nakað av peninginum er funnin við sparingum, og tí er tørvur á 10 milliónum í eykajáttan.

Tað eru serliga læknakonsulentar, ið tyngja játtanina hjá Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið hevur brúkt 10 milliónir til konsulentar.

Fýra milliónir eru hægri lønarútreiðslur, tí nýggir sáttmálar eru gjørdir. Og serviðgerðir uttanlands kosta 7 milliónir krónur.

Nevndin skal eisini viðgera umbøn um 300.000 í eykajáttan til semingsstovnin. Peningurin skal brúkast til advokathjálp, Fasta Gerðarrættin og annað, nú so nógvar samráðingar hava verið í ár.

Fíggjarnevndarfundurin byrjaði klokkan 09.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585