LGBT-aktivistur handtikin í Moskva

LGBT-aktivistur handtikin í Moskva
Beint áðrenn fyrsta bríksli í HM-kappingini í gjár, varð bretski Peter Tatchell, aktivistur fyri LGBT, handtikin á Reyða torginum í Moskva
Peter Tachell stóð pinnastillur við eini plakat í hondini, sum skuldsetur Putin fyri ikki at gera nakað við, at samkynd í Tjetjenia verða forfylgd.
Mynd: Esquire  
 
15.06.2018 - 08:07

Nú HM í fótbólti er byrjað, so eru tað kortini ikki øll, sum bara eru komin til Moskva fyri at hyggja eftir fótbólti.

Bert fáar minuttir undan fyrsta bríksli í fyrsta HM-dystinum í gjár, varð bretski, Peter Tatchell, sum er aktivistur fyri LGBT handtikin á Reyða torginum í Moskva. Tað skrivar Reuters.

Peter Tachell er kendur aktivistur, og hann plagar at brúka ógvusligar mátar fyri at gera vart við sín boðskap. Men í gjár stóð hann pinna stillur við eini plakat í hondini, sum skuldsetur Putin fyri ikki at gera nakað við, at samkynd í Tjetjenia verða forfylgd.

Fyrst tosaði russiska løgreglan við Tachell, men eftir 10 minuttir bað løgreglan hann seta seg inn í ein politibil.

- Russiskir myndugleikar og løgregla gera ov lítið fyri at berja niður víðgongdu bólkarnar, sum leypa á LGBT-fólk og fremja harðskap og eyðmýkja tey, segði Tatchell áðrenn løgreglan koyrdi avstað við honum.

Handtøkan hevur fingið nógv uppmerksemi í altjóða fjølmiðlum. 

Tað er væl kent, at nógvir fordómar eru móti samkyndum, og at tey verða diskiminerað í Russlandi og í grannalýðveldunum.

Tatchel hevur verið í Russlandi fleiri ferð. Í 2007 fekk hann heilaskaða, eftir at  russiskir nýnazistar lupu á hann, skrivar The Independent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819