Meirilutin hjá Merkel í vanda

Meirilutin hjá Merkel í vanda
Týski kanslarin, Angela Merkel, og innanríkisráðharrin, Horst Seehofer, eru rúkandi ósamd í tilflytaramálum.
 
15.06.2018 - 08:17

Trýst er á Merkel um at herða tilflytarapolitikkin, eftir at um ein millión flóttafólk komu til landið í 2015. 

Ósemjan kann hótta stjórnarsamgonguna hjá Merkel, skrivar bretski miðlar.

Ósemjan vísir, hvussu veikt samstarvið millum týsku flokkarnar, CDU og CSU, í veruleikanum er. Tað vil siga samstarvið millum Merkel og Kristiligu Demokratarnar øðrumegin, og CSU hinumegin. 

Meirilutin hjá stjórnini er í vanda. 

Horst Seehofer, sum er formaður í CSU, vil geva løgregluni víðari heimildir at senda asyl-umsøkjarar við týska markið avstað aftur, sum hava søkt um friðskjól í einum øðrum evropiskum landi ella sum ikki hava pass. 

Merkel sigur, at slíkur politikkur fer at raka Italia og Grikkaland, sum neyvan fáa tikið ímóti fleiri fólkum. 

Tingfólk í CDU siga, at tey stuðla Merkel, men tingfólk í CSU stuðla sínum formanni í ósemjuni. 

Uttan CSU hevur týska stjórnin mist meirilutan í parlamentinum, men Kristiligi systurflokkurin kann fáa meiriluta saman við týska javnaðarflokkinum, SPD. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652