Fyrstu flóttafólkini sloppin í land í Spania

Fyrstu flóttafólkini sloppin í land í Spania
Flóttafólkini komu í land í býnum, Valencia. Tey vórðu sett í land av skipum hjá italsku sjóverjuni, sum hava tikið flóttafólkini umborð
 
17.06.2018 - 10:06

Fyrstu flóttafólkini av nógv umrødda bjargingarskipinum, Aquarius, eru nú sloppin í land í Spania.

Flóttafólkini komu í land í býnum, Valencia. Tey vórðu sett í land av skipum hjá italsku sjóverjuni, sum hava tikið flóttafólkini umborð, skrivar DR

Í havnalagnum í Valencia taka heilsustarvsfólk ímóti flóttafólkunum. Tey fara av skipinum í smáum bólkum og verða skrássett, tá tey koma í land. Og síðani verða tey send til uppihaldsstøð ymsastaðni í Spania.

Tey 630 flóttafólkini hava verið umborð á Aquarius, síðan tey blivu bjargað útfyri libisku strondina fyri 9 døgum síðan. Millum flóttafólkini eru 134 børn og sjey barnakonur.

Málið um flóttafólkini hevur elvt til diplomatiska kreppu millum Italia og Frakland. Bæði Malta og Italia noktaðu fyrr í vikuni at taka ímóti flóttafólkunum.

-At bjarga mannalívum er ein skylda, men Italia skal ikki gerast um til eina stóra flóttafólkalegu, segði italski innanríkisráðharrin, Mateo Salvini.

Hetta fekk Frakland at ákæra Italia fyri ábyrgdarloysi. 

Síðani lovaði Spania at taka ímóti fólkunum eftir trýsti frá ES-nevndini og ST.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585