Arbeiðsbólkur setast at endurskoða samsýningar

Arbeiðsbólkur setast at endurskoða samsýningar
Býráðið í Havn skal viðgera uppskot um at seta arbeiðsbólk at áseta lønina hjá býráðslimum
Býráðsfundur verður í Havn mikukvøldið.
 
18.06.2018 - 08:44

Lønarviðurskiftini hjá borgarstjóranum og býráðslimunum í Torshavnar kommunu eru aftur á skránni fyri býráðsfundin mikukvøldið.

Uppskot var á býráðsfundi 24.mai um at hækka lønina hjá borgarstjóranum og tá samstundis hjá øllum býráðslimum og geva teimum 15 prosent í eftirløn.

Borgarstjórin skuldi eisini fáa 15 prosent í eftirløn, sum er nógv minni enn borgarstjórin fær nú.

Men Annika Olsen, borgarstjóri, bað um at fáa málið aftur í nevnd.

Endurskoða samsýningar

Á býráðsfundinum mikukvøldið skal býráðið nú taka støðu til eitt uppskot um at seta ein óheftan arbeiðsbólk at endurskoða samsýningar og arbeiðsumstøður hjá kommunustýrislimum.

Býráðið er eisini biðið um at játta 300.000 kr. til hetta atbeiðið. 

Fíggjarnevndin hjá býráðnum hevur einmælt samtykt uppskotið. 

Annika Olsen, borgarstjóri, fer eisini at taka málið upp í Kommunufelagnum.

Býráðið hevur tó ikki heimild at broyta reglurnar um samsýning til kommunustýrislimir. Ta heimildina hevur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585