Hevur ongar pengar fingið fyri at sløkkja

Hevur ongar pengar fingið fyri at sløkkja
Rokningin fyri arbeiðið, sum Mest gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic, er ikki goldin enn
Eldur var í Varðanum Pelagic 9.juni í fjør.
 
18.06.2018 - 13:42

Rokningin fyri eldsløkkingina hjá Samson á Tvøroyri seinasta summar hongur enn í leysum lofti.

Skipasmiðjan Mest bleiv biðin um at senda Samson til Tvøroyar at vera við í arbeiðinum at sløkkja eldin í Varðanum Pelagic.

Tað bleiv gjørt alt fyri eitt, og fólkið á Samson gjørdi eitt stórt arbeiði. Samson gjørdi mun á Tvøroyri. Tað sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sum tó ikki vil siga, hvør bað um hjálp frá Mest, tá eldur var í Varðanum Pelagic fyri einum góðum ári síðani.

Men Mouritz Mohr váttar, at Mest hevur ongar pengar fingið fyri arbeiðið, sum Samson gjørdi. Rokningin er 205.000 kr.

Hon var fyri á býráðsfundi á Tvøroyri í síðstu viku. Men býráðið vil ikki gjalda. Hetta er eitt prinsippmál fyri kommununa.

Triðja tilbúgvingarstig

Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri á Tvøroyri, sigur, at eldurin í Varðanum Pelagic var so ógvisligur, at hann var á triðja tilbúgvingarstigi, og tá eigur landið at gjalda.

Men landið vil heldur ikki gjalda sum er. Mouritz Mohr væntar tó at fáa pengarnar fyri Samson.

Henrik Weihe Joensen sigur, at hann hevur mælt til, at Fiskamálaráðið setur ein bólk, sum arbeiðir skjótt, at siga millum annað, hvør eigur at gjalda, tá tilbúgvingin er á fyrsta stigi, á øðrum stigi ella á triðja stigi.

Í bólkinum skulu verða umboð fyri landið, kommunurnar, Vinnuhúsið, politiið og donsku verjuna.

Henrik Weihe Joensen hevur eisini mælt til at stovna ein grunn, sum land og kommunur gjalda í, sum so kann rinda rokningar, sum ta frá Mest fyri Samson.

Hevur grunnurin avlop, kann tað brúkast til at menna tilbúgvingina. 

Ikki biðið um Samson

Andras Marr Poulsen í Fiskimálaráðnum, tilbúgvingarsamskipari, sigur, at sum hann skilur málið sambært teimum upplýsingum, sum eru um tað nú, hevur Fiskimálaráðið ikki lógarheimild til at gjalda rokningina.

Fiskimálaráðið bað ikki Samson fara suður, tá eldur var í Varðanum Pelagic.

Andrass Marr Poulsen sigur, at málið er til viðgerðar í Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887