Ivan Duque nýggjur forseti í Kolumbia

Ivan Duque nýggjur forseti í Kolumbia
41 ára gamli konservativi, Ivan Duque, hevur vunnið forsetavalið í Kolumbia, skrivar Ritzau.
Ivan Duque er yngsti forseti nakrantíð í Kolombia
 
18.06.2018 - 08:47

Hann fekk 54 % av atkvøðunum. Avbjóðarin, Gustavo Petro, sum vinstravongurin stillaði upp, fekk 42 %.

Ivan Duque er yngsti forseti í Kolumbia í meira enn eina øld.

Politiskir eygleiðarar siga, at úrslitið av forsetavalinum kann fáa avleiðingar fyri friðaravtaluna millum myndugleikarnar og fyrrverandi partisanrørsluna, Farc.

Ivan Duque er ímóti avtaluni, sum varð gjørd í fyrraárið, og hann segði undir valstíðnum, at hann ætlar at endurskoða avtaluna.

- Kolumbianarar vilja, at tey, sum hava framt brotsverk móti mannaættini, fáa hóskandi revsing, segði hann.

Í áratíggju var stríð millum stjórnina í Kolumbia og uppreistrarfelagsskapin Farc. Meira enn 260.000 fólk lótu lív.

Í 2016 gjørdu stjórnin og Farc friðaravtalu. Afturfyri legði Farc vápnini. Felagsskapurin skuldi eisini viðganga brotsverkini og rinda endurgjald.

Avtalan segði eisini, at Farc skuldi umskipast til ein politiskan flokk og fáa 10 sessir í tjóðartinginum í Kolumbia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652