Japanar filma asteroidu

Japanar filma asteroidu
Japanska rúmdarfarið, Hayabusa 2, sum í 2014 fór sína longu ferð at kanna asteroiduna Ryugu, hevur nú sent myndir av hesi smágongustjørnini
Tekning av Hayabusa 2
Mynd: Jaxa / Akihiro Ikeshita  
 
18.06.2018 - 17:46

Japanska rúmdarfarið, Hayabusa 2, sum í 2014 fór sína longu ferð at kanna asteroiduna Ryugu, er nú so nær, at myndir eru sendar til jørðina av hesi smágongustjørnuni. Tað skrivar BBC.com.

Rúmdarfarið, sum eisini skal savna grót- og dustroyndir av asteroiduni, er nú umleið 200 kilometrar frá málinum, og sambært japanska rúmdargranskingarstovninum, Jaxa, verður rúmdarfarið frammi tann 27. juni.

Asteroidan, sum snarar móti sólini, altso øvugtan veg, skal síðani granskast og kannast av rúmdarfarinum í hálvtannað ár. 

Japanar fara at royna at lenda fleiri før á smágongustjørnuna fyri at fáa royndirnar tiknar. Og teir fara eisini at brúka spreingievni fyri at fáa royndir tiknar innan úr asteroiduni.

Hetta arbeiðið fer kanska í gongd longu í september.

Japanska rúmdarfarið fer heimaftur í desember 2019 við tí ætlan at koma aftur til jørðina við royndunum í 2020.

Rúmdarfarið hevur egnan Twitter-vanga, har til ber at fylgja við í gongdini. Eitt filmsbrot, sum er klipt saman av 52 myndum, liggur á hesum Twitter-vanga. Tað sært tú her: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652