Jarðskjálvti í Japan kravt trý mannalív

Jarðskjálvti í Japan kravt trý mannalív
Ein jarðskjálvti í næststørsta japanska býnum, Osaka, hevur kravt trý mannalív, og í minsta lagi 200 fólk eru særd, sigur japanska kringvarpið, NHK
Mynd: Reuters  
 
18.06.2018 - 08:36

Jarðskjálvtin varð máldur til 6,1 á Richter-stiganum. Jarðskjálvtin var um fimm tíðina í morgun, okkara tíð.

Myndugleikarnir siga, at ein 84 ára gamal maður doyði heima við hús, og ein níggju ára gomul genta doyði, tá hon var á veg í skúla, og ein veggur datt á hana. 

Meira enn 170.000 fólk hava mist streymin, og almenna ferðslan í býnum koyrir ikki.

Jarðskjálvtin var um átta tíðina, japanska tíð, tá fólk vóru á veg til arbeiðis. 

Fyrst varð boðað frá, at skjálvtin varð máldur til 5,9 á Ricther-stiganum, men seinni varð hetta broytt til 6,1.

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, sigur, at trygdin hjá borgarunum í Osaka verður raðfest fremst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584