Seta aftur endað í Skiftirættinum

Seta aftur endað í Skiftirættinum
Partafelagið Seta varð tikið aftur úr Skiftirættinum í fjør, men er nú endað har aftur
Seta eigur garnaskipið Anitu, sum ikki hevur verið til fiskiskap í góð fýra ár.
 
19.06.2018 - 12:51

Seta, partafelagið, sum eigur garnaskipið Anitu, er aftur sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku. Men orsøkin er ein onnur enn í fjør. Nú eru vantandi nevndarlimir orsøkin.

Partafelagið varð annars tikið úr Skiftirættinum í oktober í fjør.

Tá, eins og nú, sendi Skráseting Føroya partafelagið til tvingilsavtøku. Tað var síðst í august.

Orsøkin tá var, at felagið ikki hevði latið inn roknskap fyri 2016, tá freistin fór 1. juli í fjør. Roknskapurin er tó síðani komin.  

Skrásetingin fekk 28. oktober fráboðan um, at P/f Seta heldur fram, og Skiftirætturin hevur ikki longur ábyrgd av felagnum.

Broyttar viðtøkur og nýggj nevnd

Skrásetingin fekk at vita, at viðtøkurnar hjá felagnum eru broyttar. Felagið kallaðist tá aftur Seta og ikki "Seta undir tvingsilsavtøku".

Í nýggju nevndini vóru Jónas Sigmarsson í Havn, hann var eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður.

Angel Pego Vidal var eisini í felagnum, áðrenn tað varð umskipað.

Bara ein nevndarlimur

Nú krevur Skrásetingin felagið avtikið, tí bara ein nevndarlimur er eftir, Angel Pego Vidal.

Teir skulu vera í minsta lagi tríggir. Skrásetingin hevur til fánýtis heitt á felagið um at velja nevndarlimir.

Nú er tað sent Skiftirættinum til avtøku.

Partapeningurin hjá Seta er tvær milliónir og 275.000 krónur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887