Fara í Fasta gerðarrættin við rættindakeypunum

Fara í Fasta gerðarrættin við rættindakeypunum
Manningarfeløgini hava avgjørt at leggja málið um kvotukeyp sum loyvdan felagsfrádrátt av óbýttum í Fasta gerðarrættin 
Manningarfeløgini leggja rættindakeypini fyri Fasta gerðarrættin.
 
19.06.2018 - 07:12

Fasti gerðarrættur skal nú gera av, um reiðarar kunnu draga kvotukeyp frá, áðrenn manningin verður avroknað.

Tey trý manningarfeløgini, Skipara- og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fiskimannnafelagið, hava avgjørt at leggja málið um kvotukeyp sum loyvdan felagsfrádrátt av óbýttum í Fasta gerðarrættin. 

Reiðarar draga frá tað, sum teir keypa rættindi fyri á uppboðssølunum hjá landinum, áðrenn manningin fær sítt.

Hetta er ikki rætt, siga manningarfeløgini, sum tó ikki kunnu broyta sáttmálarnar við Reiðarafelagið fyrr enn 1.apríl næsta ár. 

Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað.

Einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi. 

Manningarnar hava onga ávirkan á rættindakeypini hjá reiðarunum og skulu tí heldur ikki gjalda fyri tey, sigur samgongan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858