Fíggjarnevndin: Landssjúkrahúsið fær 7 milliónir

19.06.2018 - 12:25
AktueltPengar
Fíggjarnevndin: Landssjúkrahúsið fær 7 milliónir
Fíggjarnevndin vil bara lata Landssjúkrahúsinum pening til at rinda eina gamla rokning. Restin má avgreiðast sum eykajáttanarumbøn
 

21 milliónir fara at mangla í játtinini í ár, men leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur sett sparingar í verk fyri 11 milliónir krónir. Tí hevur Fíggjarnevndin viðgjørt eina umbøn um 10 milliónir krónir. 

Fíggjarnevndin er júst komin ásamt um, at Landssjúkrahúsið fær bara 7 milliónir krónir nú at rinda gamlar rokningar fyri. 

Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at fíggjarnevndin er komin til eina semju viðvíkjandi eykarokningini, og at hendan eykarokningin lýkur treytirnar fyri viðgerð í fíggjarnevndarskjali. 

- Vit eru púra samd um, at ein eykarokning sum hendan - upp á viðgerðir heilt aftur til 2016, hon lýkur treytirnar fyri viðgerð í fíggjarnevndarskjali, sigur Ruth Vang. 

Fíggjarnevndin heldur tó, at onnur viðurskifti, sum til dømis lønarútreiðslar til konsulentar, sum Landssjúkrahúsið hevur biðið um pening til, skulu viðgerast sum eykajáttanarumbøn í Løgtinginum. 

- Tað sum annars er til eyka lønarútreiðslar og konsulentar, tað, halda vit, er somikið grundleggjandi, at tað eigur Løgtingið at fáa høvið til at viðgera, sigur forkvinnan, Ruth Vang.

Hon sigur eisini, at fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan skal koma við einum uppskoti til eykajáttan, sum skal tryggja viðgerðarstøðið í heilsuverkinum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Breddin
103681
Týsdag 21. januar
Nón 21.01.2020
103673
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. januar
3-2
103616
Sunnudag 19. januar
Møti úr Nerija á Skála
103557
Sunnudag 19. januar
Andakt við Jørleifi Vang
103556