Lógligt at roykja kannabis í Kanada

Lógligt at roykja kannabis í Kanada
Undirhúsið í kanadiska parlamentinum samtykti í dag at tað skal vera lógligt at roykja kannabis.
 
19.06.2018 - 15:27

Kanada er sostatt fyrsta av sjey teimum størstu ídnaðarlondunum í heiminum, sum tekur hetta stigið. 

Nýggja lógin varð samtykt við 205 atkvøðum fyri og 82 ímóti. Uppskotið skal nú viðgerast og samtykkjast í yvirhúsinum. 

Parlamentslimirnir kunnu tó fáa málið í drag og sostatt forða stjórnini, men tað forðar tó ikki fyri, at lógin verður samtykt.

Eftir tað skal Julie Payette, guvernørur, skriva undir lógina, og tað verður helst miðskeiðis í septembermánaði.

Lyftið hjá kanadiska forsetanum, Justin Trudeau, undir valstríðnum í 2015 var, at kannabis skal gerast lógligt at roykja í Kanada.

Hann viðgekk eisini, at hann hevði roykt kannabis fimm-seks ferðir við vinum sínum. 

Stjórnin hevur havt sum mál longu í ár at gera kannabis lógligt, at gera tað lógligt at roykja og at selja tað.

Kanadiska hagstovan sigur, at handil við kannabis er verdur 5,7 milliardir kanadiskar dollarar um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691