USA fer út ST-mannarættindastovninum

USA fer út ST-mannarættindastovninum
USA fer úr ST-mannarættindaráðnum, UNHRC. Tað upplýsti amerikanski ST-sendikvinnan, Nikki Haley, á tíðindafundi, skriva fleiri altjóða fjølmiðlar
Amerikanska sendikvinnan Nikki Haley boðaði í gjár frá, at USA tekur seg úr mannarættindastovninum hjá ST
 
20.06.2018 - 09:13

Sambært Nikki Haley, livir ráðið ikki upp til navnið, og í sambandi við fráboðanina finst hon at UNHRC fyri at vera sleiskur og ráksnúgvin felagsskapur, sum heldur fólk fyri gjøldur.

Forsøma ongar skyldur

Í sama viðfangi leggur hon dent á, at USA hevur ongar ætlanir um at forsøma sínar skyldur at hjálpa fólki í neyð.

- Lat meg gera tað púra greitt, at henda avgerðin er ikki flýggjan frá okkara skyldum fyri mannarættindum, segði amerikanska ST-sendikvinnan á tíðindafundinum.

Í gjár endurgóvu fleiri fjølmiðlar ónevndar keldur fyri at siga, at USA ætlaði sær úr mannarættindaráðnum, og tað hevur Nikki Haley so váttað nú.

Ráðið er politiskt

Longu í fjør boðaði amerikanska stjórnin frá, at hon umhugsaði sessin í ráðnum. Millum annað var USA ónøgt við, at ráðið hevði eina politiska slagsíðu og er órímiliga kritiskt móti Ísrael, segði Nikki Haley tá.

Tíðindini um útmeldingina fáa góða móttøku í Ísrael. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at avgerðin er djørv, skrivar AP.

Hann tekur undir við fatanini hjá USA um, at UNHRC hevur víst seg at vera ein partískur, fíggindasinnaður og anti-ísraelskur felagsskapur, sigur Netanyahu í tíðindaskrivi.

ST harmast

ST-hákommisserurin fyri mannarættindi, Zeid Ra'ad al-Hussein, harmast um amerikonsku avgerðina. Hann er vónbrotin, men ikki ovfarin. 

- Sum mannarættindastøðan er í løtuni í heiminum, átti USA at hert átøkini hjá landinum, heldur enn at fara burturúr ráðnum, skrivar hann á Twitter.

Forsetin fyri ST-mannarættindaráðið, slovakin Vojislav Suc, sigur, at USA hevur rætt til at fara úr ráðnum. 

- Tað stendur hvørjum stati frítt, um hann vil vera limur í ráðnum, segði Vojislav Suc í gjár, tá tíðindini bórust um, at USA umhugsaði støðu sína í ráðnum.

ES finnist eisini at

ES finst eisini at USA fyri at fara úr ráðnum. Avgerðin kann mata burtur undan leiklutinum hjá USA sum slóðbrótari og stuðul fyri demokratinum í heimshøpi, sigur Maia Koci-jansic, talskvinna fyri ES, sambært AP-tíðindastovuni.

47 limir eru í ST-mannarættindaráðnum, sum verða vald í ST-aðalráðið at sita trý ár í senn, og hvør heimspartur hevur ávíst tal av sessum.

Funnist hevur ofta verið at ráðnum. Ein týdningarmikil orsøk er, at lond, sum eru kend fyri at bróta mannarættindini, kunnu eisini veljast í Mannarættindaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010