Fyriskipan skal forða sundurskiljing

Fyriskipan skal forða sundurskiljing
Amerikanski forsetin skrivaði í gjár undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at migrantfamiljur verða skildar sundur við landamarkið til Meksiko
 
21.06.2018 - 08:05

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í gjárkvøldið undir eina fyriskipan, sum skal forða fyri, at migrantfamiljur verða skildar sundur við landamarkið millum Amerika og Meksiko.

- Vit skriva undir fyriskipan, sum eg haldi hevur týdning, samstundis sum vit tryggja, at vit hava sterkt landamark, sigur Trump, sambært Reuters.

Forsetin hevur broytt hugsan, eftir hann hevur verið undir sera hørðum politiskum trýsti í USA og nógvum atfinningum frá útlendskum stjórnum.

Vaksnir tilflytarar sum komu um markið vórðu settir í varðhald. Sambært amerikanskari lóg, er ikki loyvt at koyra børn í varðhald, og tey vórðu tí koyrd til eitt annað uppihaldsstað.

- Vit vilja hava familjur saman, segði Trump, áðrenn hann skrivaði undir nýggju fyriskipanina í Hvítu Húsunum.

Forsetin hevur givið Demokratunum ábyrgdina av, at familjur hava verið skildar sundur við markið, og Trump hevur verið fyri hvøssum atfinningum í og uttanfyri USA hesar seinastu dagarnar.

Men hóast mannagongdin nú er broytt, so hevur Trump lagt dent á, at sonevnda null-tolerancan fyri tilflytarar framvegis skal halda fram.

- Vit mugu loysa tilflytaratrupulleikan. Samstundis mugu vit vísa styrki við landamarkið, annars koma miljónir av menniskjum - ikki túsund, sum tað er nú - miljónir av menniskjum fara at floyma inn og yvirtaka landið. Tað skal ikki henda, hevur forsetin sagt.

Nýggja fyriskipanin sigur tó einki um, hvat skal henda við teimum 2.342 børnunum, sum longu eru tikin frá 2.206 foreldrum - tíðarskeiðið frá 5. mai til 9. juni í ár. 

Amerikanskir myndugleikar siga, at hesi børn sleppa ikki aftur til familjuna, meðan foreldrini bíða eftir at teirra mál verður viðgjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819