Meirilutin í Havn vil hava lógarheimildina

bannari
Meirilutin í Havn vil hava lógarheimildina
Býráðið í Havn samtykt at biðja um lógarheimild at krevja, at fólk búgva í øllum húsum í kommununum
Í Nólsoy, sum er í Tórshavnar kommunu, verða nógv hús brúkt sum summarhús.
 
21.06.2018 - 12:28

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at biðja landsstýrið um at síggja til, at kommunan kann krevja bústaðarskyldu.

Lógarheimild krevst fyri at at krevja bústaðarskyldu.

Meirilutin í býráðnum, Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, atkvøddi fyri.

Annfinn Brekkstein í Sambandsflokkinum og Halla Samuelsen í Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti.

Hini javnaðarfólkini atkvøddu blankt.

Í fyrsta umfari verður hugsað um at krevja bústaðarskyldu á Reyni og í Nólsoy.

Felt fyrr

Tórshavnar býráð hevði eisini spurningin um bústaðarskyldu í Havn frammi í 2014.

Tá feldi býráðið eitt uppskot um at heita á landsstýrið um at útvega kommununum lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.

Meirilutin vísti á eitt løgfrøðiligt upprit hjá Løgdeildini hjá býráðnum, sum staðfesti, at kommunur hava onga heimild til at krevja bústaðarskyldu.

Býráðið samtykti eisini tá í 2014 at mæla frá at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selur í miðbýnum í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819