Ætlaði at fremja lívfrøðiligt álop

Ætlaði at fremja lívfrøðiligt álop
29 ára gamli tunesin, sum varð handtikin í Køln í síðstu viku, hevði eftir øllum at døma ætlanir um at fremja lívfrøðiligt álop
 
22.06.2018 - 07:13

Ein 29 ára gamal tunesi, sum varð handtikin í Køln í síðstu viku, hevði eftir øllum at døma ætlanir um at fremja lívfrøðiligt álop við eiturevninum, ricin.

- Hetta er fyrstu ferð, at ætlan um álop við lívfrøðiligari bumbu hevur verið so væl fyrireikað, sigur stjórin í týsku samveldisløgregluni, við sjónvarpsstøðina, ARD.

Ricin er fleiri túsund ferðir sterkari enn t.d. cyanid, og evarska smáar nøgdir kunnu drepa fólk, sum anda tað í seg. Einki mótevni er tøkt. 

Tað er ógreitt, hvønn tunesin ætlaði drepa, og tað er eisini ógreitt, um onnur hava verið uppi í ætlanini.

Tað hevur ljóðað, at Týskland fekk eitt prei frá amerikansku fregnartænastuni, CIA, um ætlanina hjá 29 ára gamla tunesanum.

Men New York Times skrivar, at eitt prei frá einum borgara fekk týsku myndugleikarnar at gera rannsókn heima hjá tunesanum.

Týska blaðið Der Spiegel veit at siga, at tunesin brúkti eftir øllum at døma eina vegleiðing um at gera ricinbumbuna, sum yvirgangsfelagsskapurin, Islamskur Statur, hevur lagt út á internetið.

Í síðsta mánaði tók franska løgreglan tveir egyptiskar brøður, sum høvdu uppskrift um at gera ricin-eitur. 

Ricin hevur verið forboðið, síðani altjóða bann varð sett í verk í 1997 um at brúka lívfrøðilig vápn. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584